Vetur við ógvusligum frosti hóttir

børnini tørva bráðfeingis hjálp

Hvønn mánað kunnu tínar 299 kr. tryggja neyðhjálarpakkar til minst 2 børn.

Hvønn mánað kunnu tínar 199 kr. tryggja reint vant til 2000 børn í eina viku.

Hvønn mánað kunnu tínar 99 kr. tryggja at 17 verða koppsett fyri meslingar.

Stuðlar tú við 519 kr. kunnu vit senda 3 sett av vetrarklæðum avstað til børnini.

Stuðlar tú við 299 kr. kunnu vit senda neyðhjálparpakkar til minst 2 børn.

Stuðlar tú við 168 kr. kunnu vit senda heit teppir til 4 børn.


 

Um allan heimin líða børn
í kalda vetrinum

Kuldin er bítandi kaldur, og fingrar og tær eru lofnaðar av kulda. Kavin hevur lagt seg sum ein dýna yvir bygdir og býir, og hvørki vetrarklæðir ella
hitatól eru nærhendis. Soleiðis er støðan hjá nógvum børnum beint nú - í myrka og kalda vetrinum stríðast tey fyri at koma undan.

 

ÍSAKALDUR VETUR HÓTTIR

Í Ukraina er uml. 7 milliónir børn í vanda fyri at doyggja áðrenn veturin er av. Tey mangla streym, vatn og hita, meðan tey sita í 20 kuldastigum. Ikki bara er veturin harðligur, eisini kríggið ger, at børnini eru í vand fyri at verða rakt av bumbum, og at fáa sálarlig árin av tí strongdari støðu, tey eru í.

Børnini tørva bráðfeingis hjálp, og tú kanst gera mun.

Tá ið tú stuðlar UNICEF mánaðarliga, er tú við til at tryggja børnunum tí bestu hjálpina. Vit syrgja fyri, at tín stuðul verður raðfestur á besta hátt, so at hann veruliga munar. Sí her, hvussu peningurin verður raðfestur.

Hjálp børnunum, ið frysta. Tað hevur skund!

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR
 

Veturin rakar
børn í øllum heiminum

Tað er ikki bert í Ukraina, at børn stríðast undan kalda vetrinum.

Í Afganistan ganga børnini í kloddutum summarklæðum mitt um veturin, og nógv búgva í skirvisligum tjaldið uttan hitatól. Børnini eru køld, bangin og fyri at gera ilt verri, so er eisini hungursneyð í landinum.

Tey mest útsettu stríðast fyri lívinum hvønn dag og kunnu doyggja av frostsár, lundabruna ella í hungri.

Við tínum fasta stuðli kunnu vit hjálpa fleiri børnum – skjótari!

Børnini í Pakistan líða enn eftir at ógvusliga áarførið í summar skolaði heilar býir burtur. Nógvastaðni er vantið ikki runnið burtur enn, og vetrarkuldin er ávegis teimum familjunum, ið mistu alt. Les meira um viðurskiftini í Pakistan her.

Børnini mangla bráfeingis hjálp við millum annað vetrarklæðum.

10-ára gamli Ezatullah situr við eitt bál eitt stað Afganistan. Hevur hevur berar tær, og bálið er eisinasta kelda til hita.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR
 

Skirvislig tjald
er einasta vernd fyri vetrinum

Tann ískaldi veturin raka eisini flóttar í hundratali í Sýria, ið liva sum flóttar í egnum landið.

Tey búgva í skirvisligum tjøldum uppi í fjøllunum, og fáa ikki vart seg fyri kavaroki og frostveðri.

Eisini her ganga børnini í sandalum og summarklæðu. Tey hava brúk fyri hjálp í dag, um tey skulu koma undan. Og tú kanst gera mun!

Stuðla UNICEF í dag, og ver við til at hjálpa børnum at koma undan.

Í eini fyribils flóttafólkalegu uttanfyri Aleppo í Sýria hyggur drongurin á myndini út úr tjaldinum. Hann og familjan búgva í tjaldinum, sum á ongan hátt er egnað til kulda.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR

Visti tú, at ...

ALT OKKARA ARBEIÐI ER TREYTAÐ AV SJÁLVBODNUM STUÐLI

UNICEF far ikki fígging frá ST. Okkara arbeiðið er tí treytað av sjálvbodnum stuðli, sum vit fáa frá fyritøkum, grunnum, stjórnum og einstaklingum.

FYRI HVØRJA KRÓNUR, IÐ VERÐUR LATIN, FER 1 OYRA TIL UMSITING

Tá ið tú stuðlar fer 89,5% til arbeiðið at hjálpa børnum, uml. 8 % fer til innsavnan, sum tryggjar, at vit fáa so nógv inn sum møguligt og 1% fer til umsiting.

UNICEF VEITIR HJÁLP TIL BØRN UM ALLAN HEIMIN

UNICEF hjálpir børnum í øllum heimspørtum og er til staðar í 190 londum og landaøkjum. Hjálpin inniber bráðfeingis hjálp og burðardygt menningararbeiði.