Veðurlagskreppan er byrjað
BØRNINI MUGU RAÐFESTAST FYRST,
TÁ IÐ VEÐURLAGSKREPPAN RAKAR
TÁ IÐ VEÐURLAGSKREPPAN RAKAR
Áarføri, vetrar uttan kava og hitabylgjur, ið koma oftari og vara longri. Vit síggja fleiri og fleiri dømi uppá ógvusligt veður,
sum veðurlagsgranskarar í fleiri áratíggju hava ávarað ímóti. Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum síggjast
um allan heim. Serliga hjá teimum, sum hava minst ávirkan á, at hitin fer upp - og serliga hjá børnunum.
Veðurlagskreppan krevur bráðfeingis hjálp
Smábørn í Somalia og Etiopia, sum vegna turkur fáa hvørki vatn ella mat. Ómetaliga mongdir av vatni, sum oyðileggja heilar býir í Pakistan. Milliónir av børnum runt um í heiminum uppliva ógvusligt veður, sum gerst meira og meira álvarsamt. Har sum turt er, gerst turrari og har sum vátt er, gerst vátari.
Tað er eingin ivi um, at veðurlagskreppan er byrjað. Tað hava granskarar fortalt okkum í áravís. Veðurlagskreppan er nú har, at hon hevur skildu í, at vit ongantíð fyrr hava sæð so nógv børn og ung í vanlukkustøðum, sum krevja hjálp her og nú.
UNICEF kempar fyri at fylgja við og hjálpa teimum verst staddu. Í Pakistan hevur UNICEF hjálpt 250.000 fólkum at fáa læknahjálp, heilivág og reint drekkivatn, men milliónir av børnum mangla bráðfeingis hjálp. Alt ger mun og tí vilja vit hjartans fegin móttaka tín stuðul – sum tú kanst lata omanfyri ella við at trýsta her.
Ógvusliga veðri førir til sjúkur og føðslutrot tí at vatnið er dálkað. Smábørn hava minni at standa ímóti við og tí eru tey serliga sárbar.
TRUPULEIKIN ER STØRSTUR
HJÁ TEIMUM MINSTU
HJÁ TEIMUM MINSTU
Veðurlagskreppan hevur størst ávirkan á børn, tí at hon setur framtíðina teirra uppá spæl. Ógvusligt veður oyðileggur heilar bygdir og býir og familjur noyðast at flýggja til fyribils skjól. Hetta merkir stór afturstig fyri tí famgongd, sum vit annars hava sæð í menningarlondunum, har fleiri og fleiri koma í skúla. UNICEF hjálpir millum annað við skúlagongd, tí skúli er avgerandi fyri, at børn mennast og megna at standa á egnum beinum í vaksnamannalívinum.
Turkur & vatnflóð
Londini, sum uppliva turkin og vatnflóð uppliva eisini felst og ringastu avleiðingarnar. Á ovaru myndini vinstrumegin síggjast børn, vaksin og kríatúr – livandi og deyð – í Etiopia, sum er eitt av teimum londunum á Afrikanska Horninum, sum uppliva ringasta turkin í 40 ár. Á niðaru myndini sæst bygdin Rajar í Pakistan, sum støðugt druknar. í 2022 fall tríggja ferðir so nógv vatn í Pakistan, sum tað plagar.
Turkur
- í 2040 fara 1 út av 4 børnum at líða undir vatntrotið.
- Turkur oyðileggur allan ávøkstur og far prísin á matvørum at hækka.
- Turkur elvir til føðslutrot, fleiri fólk á flótti og innanhýsis stríðstrupulleikar.
Vatnflóð
- 503 milliónir børn búgva í landaøkjum har vandi er fyri vatnflóð.
- Vegna veðurlagsbroytingum verður vatnflóð oftari at síggja í framtíðini.
- Vanlukkur sum standast av ógvusligum áarføri og vatnflóð elva til ruðuleika og steðgar allari framgongd í samfeløgum. Sum úrslit av tí desperatu støðuni milliónir av fólkum koma og eri í, síggja vit færri gentur koma í skúla, fleiri barnabrúðrar, menniskjahandil, kynslig misnýtsla og harðskap móti børnum.