SOLEIÐIS ARBEIÐA VIT SKJÓTT OG VÆL
FYRI VANLUKKURAKTUM BØRNUM

Arbeiðsskjótleiki í vanlukkum bjargar barnalívum

UNICEF er í meira enn 190 londum og landaøkjum, og vit er har bæði undan, í og eftir at vanlukkan rakar. Vit eru har, og vit hava eina effektiva, heimsfatandi útbreiðsluketu, sum ger okkum før fyri at fara út við neyðhjálp til vanlukkurakt børn og teirra vaksnu eftir stuttari løtu. Næstan sama, hvar í heimi tað leikar á, kunnu vit vanliga pakka, senda og fáa neyðhjálpina fram eftir 48 tímum.

Á vanlukkustøðum er tað ofta UNICEF, ið stjórnar og samskipar felags átøk – við okkum, øðrum ST-felagsskapum, altjóða NGO’arum og samstarvsfeløgum á staðnum – at tryggja børnunum reint drekkivatntoilettskúlagongd og mat.

Vit verða verandi í økinum, eftir at tað bráðneyðugasta við vanlukkuni er av. Tað gera vit fyri at styrkja mótstøðumegina og vanlukkutilbúgvingina í økinum í framtíðini og fyri at tryggja langtíðarábøtur, sum á mangan hátt við fyrimunum kann fáast í lag, meðan enduruppbygt verður. Vit kalla tað ’build-back-better’.

Neyðhjálp og langtíðarmenning: tvær síður av sama máli

UNICEF-arbeiðið at hjálpa børnum, sum eru rakt av humaniterum kreppum og náttúruvanlukkum, er kjarnin í okkara kalli og heimild at hjálpa heimsins ringast staddu børnum. Seinnu árini hava vit sæð alsamt fleiri kreppur og samanbrestir, sum vara longur og hava álvarsligari fylgjur fyri børn enn áður.

Tí skipa vit okkara neyðhjálparátak, so tað eisini er við til at styrkja familjur og staðbundnu samfeløgini í longdini, og tey fáa betri møguleikar at standa ímóti framtíðar kreppum. Sum partur av bráðneyðugum átøkum styrkja vit eisini heilsuskipanir og skipanir, sum verja børn. Vit geva familjum reiðupening, so tey koma styrkt ígjøgnum kreppuna. Og vit tryggja, at vanlukkurakt børn fáa útbúgving, so tey ikki missa týdningarmikla skúlagongd og eru betur fyrireikað at gera sítt til at endurreisa staðbundna samfelagið.

Um somu leið stremba vit eftir at gera okkara langtíðar menningarátøk so burðardygg sum gjørligt og fara eftir teimum orsøkum, sum búgva undir. Á tann hátt minka vit tørvin hjá familjunum á hjálp og gera tey minni viðbrekin, so tey duga betur at standa ímóti framtíðar stríði og vanlukkum.

Stuðla vanlukkuraktum børnum hvønn mánað . Ver heimsforeldur!

UNICEF sambindur altíð bráðneyðug neyðhjálparátøk við langtíðar menningararbeiði, tá ið tað ber til. Í Gambella-økinum í Etiopia hevur UNICEF til dømis teknað og bygt eina varandi vatnskipan til gagns fyri 250.000 flóttafólk úr Suðursudan og teimum samfeløgunum á staðnum, sum hava tikið ímóti teimum.
© UNICEF/2017/Sewunet

UNICEF GER MUN FYRI VANLUKKURAKT BØRN

0

UNICEF veitir børnum í umleið 300 vanlukkustøðum í umleið 100 londum neyðhjálp hvørt ár

Hjálp vanlukkuraktum børnum

Stuðla nú

Í Sýria fingu oman fyri 4,7 milliónir menniskju reint vatn í 2019. Av hesum vóru 2 milliónir børn. Oman fyri 3,2 milliónir børn í Sýria undir fimm ár eru nu koppsett fyri barnalamningi. Oman fyri 1 millión børn hava fingið bæði sálarliga og sosiala hjálp. Harumframt eru 1,5 milliónir børn komin í skúla.
© UNICEF/2017/Souleiman

Í Bangladesh hevur UNICEF latið útgerð fyri 52 milliónir krónur til rohinghya-flóttafólk úr Myanmar. UNICEF hevur eisini stovnað barnavinalig øki í flóttafólkalegunum til 133.000 børn og ung, har tey kunnu fáa sálarliga fyrstuhjálp og viðgera traumatiskar upplivingar og tað at liva sum flóttafólk.
© UNICEF/2017/LeMoyne

Suðursudan er rakt av bæði stríði og turki, sum ger humaniteru kreppuna svárari. Í 2019 hevur UNICEF koppsett oman fyri 900.000 børn fyri meslingar, viðgjørt 233.000 børn fyri álvarsligt bráðfeingis føðslutrot og hjálpt næstan 620.000 børnum við at koma í skúla.
© UNICEF/2017/Hatcher-Moore