Soleiðis raðfesta
vit peningin
85,3% til arbeiðið við børnum
UNICEF er sett á stovn fyri at hjálpa so nógvum børnum sum møguligt. Tí eru vit sparin við útreiðslum og umsiting. Tølini fyri 2017 – 2021 vísa at stuðlar tú við 100 kr. fer í miðal 85,3 kr. beinleiðis til endamálið at hjálpa børnum at fáa eina góða byrjan uppá lívi. Vit seta umleið 14 kr. í innsavningarvirksemi, sum ger, at vit kunnu savna meira pening inn til børnini. Og bara 2 kr. fara til umsiting.
Síðani 2000 er talið av danskarum, ið stuðla UNICEF hvønn mánað hækka úr 4.000 til 75.000. Síðani vit í 2020 byrjaðu eina føroyska deild hjá UNICEF Danmark, hava longu meira enn 1.000 føroyingar melda seg sum limir – eisini kallað Heimsforeldur.
UNICEF er barnagrunnur Sameindu tjóða, men vit eru ikki á fíggjarætlanini hjá ST. Alt arbeiðið hjá UNICEF er tí tengt at sjálvboðnum stuðli frá privatum, fyritøkum, grunnum og stjórnum.
Býti av peningi hjá UNICEF Danmark 2022
Raðfestingin av peninginum ávirkast av, hvussu vanlukkurnar runt um í heiminum hava veri farna roknskaparár, og hvussu stórur eginpeningurin hjá UNICEF Danmark er. Tølini síðsta ár vóru met góð. Einans 3 % fór til umsiting og heili 85,3 % fór beinleiðis til arbeiði at hjálpa børnum. Sí strikumynd niðanfyri.
Sí meira upplýsing um inntøkur og útreiðslur hjá UNICEF Danmark í roknskaparfrágreiðingini her:
Roknskaparfrágreiðing 2022 (á donskum)SOLEIÐIS BÝTA VIT STUÐULIN
Tann størsti parturin av innsavnaðu fíggingini fer til, at hjálpa teimum verst staddu børnunum og ungdómunum kring heimin at yvirliva, læra, verða vard og fáa ein veruligan møguleika í eini burðardyggari verð.
HER FER STUÐULIN
UNICEF hjálpir børnum og ungdómum í øllum heimspørtum. Í 2022 fór meira enn ein triðingur av stuðulinum til lond sunnanfyri Sahara í Afrika, og ein fimtipartur fór til Miðeystur og Norðafrika, øki sum hava verið merkt av nógvum stríði.