School-in-a-Box

School-in-a-Box er besta amboð hjá UNICEF at tryggja øllum børnum skúlagongd eftir vanlukkum og kríggi. Endamálið við School-in-a-Box er at geva børnum tryggleika, vón og gleði í einum kaotiskum gerandisdegi.

School-in-a-Box

School-in-a-Box er besta amboð hjá UNICEF at tryggja øllum børnum skúlagongd óansæð um fysisku karmarnir eru har ella ei.

Kuffertið verður deilt út í vanlukkuraktum økjum og undir kríggi har sum skúlar eru oyðilagdir ella niðurlagdir í eina tíð. Eisini børn í fátøkum økjum og flóttafólkalegum fáa gleði av School-in-a-Box, som virkar sum ein mobil skúlastova, ið kann setast upp hvar sum helst.

Hvat inniheldur School-in-a-Box?

School-in-a-Box er eitt aluminiumskuffert við undirvísingartilfari til ein lærara og 40 børn. Kuffertið inniheldur alt tað vanliga sum skriviheftir, blýantar, viskileður, linjálir og saksar umframt:

  • Skúlataskur til hvørt barn.
  • Plakatir við bókstavarað og roknitalvur.
  • Svart lak og krit, so at skúlatalva kann verða málað hvar sum helst.
  • Tillaga pensum sett saman við staðbundnum lærarum.
  • Útvarpstól til at varpa undirvísing og upplýsingar, t.d. eftir náttúruvanlukkum. 

Um School-in-a-Box

  • Gevur børnum eitt frírúm til at vera børn í einum kaotiskum gerandisdegi.
  • Tryggjar børnum teirra grundleggjandi rætt til skúlagongd.
  • Gevur børnum fakligar førleikar, so at tey munnu klára seg í framtíðini.
  • Verður deilt út í samstarv við lokalar lærarar.
  • Gevur børnum tryggleika, vón og nakað at gleðast um.
  • Er frammi inni 72 tímar frá hending.

School-in-a-Box hevur millum annað veri nýtt í endurbyggjanini av Rwanda eftir blóðuta fólkadrápið í 1994. Undir núverandi borgarakríggi í Sýria á ellinta árið. Og í Ukraina eftir Russisku innrásina í landið.

 

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR