Øll børn skulu hava ein veruligan møguleika
Øll børn hava rætt til ein veruligan møguleika í lívinum
Øll børn skulu hava ein veruligan møguleika og møguleika fyri at røkka tí, ið evnini bera. Men tað fáa milliónir av børnum um allan heim ikki av ógvisligum fátækradømi, samanbrestum, mannamuni og øðrum forðingum, har tey búgva, ella tí tey eru tað kyn, tey eru. Tá ið børn ikki fáa ein veruligan møguleika í lívinum, fær tað lívslangar fylgjur fyri tey sjálv og fyri samfelagið, tí ójavni og saknur heldur børn føst í fátækradømi fleiri ættarlið inn í framtíðina.
UNICEF berjist fyri at geva øllum børnum ein veruligan møguleika í lívinum og virkar tí á fleiri mátum. Vit geva til dømis fátækum familjum reiðupening, so tey fáa eitt ískoyti til at taka sær av familjuni og fáa betri møguleika at raðfesta skúlagongd og heilsu hjá barninum. Vit gera nógv fyri at tryggja, at gentur fáa somu møguleikar sum dreingir – serliga tá ið tað ræður um útbúgving. Og vit verja børn á flótti og gera okkara at fáa tey saman aftur við familjuni og síggja til at fáa barnavinaligar deildir í flóttafólkalegunum, sum geva børnunum eitt trygt stað at vera barn, og har tey kunnu fáa sálarliga-sosiala hjálp til at viðgera tær traumatisku upplivingar, tey hava havt sum børn á flótti.
Vit arbeiða skjótt og hugsa nýtt fyri at hjálpa øllum heimsins børnum
UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, sum er meira enn nakar annar barnafelagsskapur. Vit samstarva við myndugleikar og stjórnir á staðnum, aðrar ST-felagsskapir og aðrar barnafelagsskapir og brúka okkara drúgvu royndir og serkunnleika til at bjarga børnum og gera teirra lív betri hvønn einasta dag.
Tær góðu royndirnar og góðu úrslitini, vit fáa í einum landi ella øki, kunnu vit endurnýta í einum øðrum. Vit knýta altíð bráðneyðug neyðhjálparátak saman við langtíðar menningararbeiði. Av tí at vit hava eitt netverk, ið fevnir um allan heim, eru vit før fyri at fáa úrslit fyri øll heimsins børn.
Vit arbeiða miðvíst við at ávirka marknaðirnar um ta útgerð, vit keypa til heimsins børn, so vit altíð tryggja okkum besta prís og mestu hjálp fyri pengarnar. Vit fáa í lag munagott samstarv við virki og grunnar, og vit brúka gransking og nýskapan sum jarnbrot fyri at skunda undir framstig og varandi ábøtur fyri ØLL heimsins børn.
Hvat kanst tú gera?
Stuðla arbeiðinum hjá UNICEF við at gerast heimsforeldur. Tín stuðul fer til at hjálpa børnum um allan heim at fáa eina góða byrjan uppá lívið.