Øll børn skulu búgva
í einum burðardyggum heimi

Børn skulu verða vard fyri veðurlagsbroytingum

Øll børn hava rætt til at liva í umhvørvi, sum stimbrar teirra vøkstur og trygd. Men lív og trivnaður hjá børnum um allan heim er hóttur av veðurlagsbroytingum, dálking, vatntroti, náttúruvanlukkum og óætlaðari øktari býargerð.

Ongantíð áður hava so nógv børn og ung verið stødd í vanlukkum, sum krevja bráðfeingis humanitera neyðhjálp. Náttúruvanlukkur og ávirkan frá veðurlagsbroytingum tvinga milliónir av børnum úr heimunum við vanda fyri at vera fyri harðskapi, misnýslu, føðslutroti og lívshóttandi sjúkum.

Um allan heim liva 300 milliónir børn, har luftdálkingin er komin á eitrandi stig. 2,3 milliardir menniskju hava framvegis ikki grundleggjandi toilettviðurskifti í lagi. 159 milliónir menniskju taka drekkivatn beinleiðis úr áum, vøtnum og øðrum ivasomum keldum. Og vatntrot verður ein alsamt vaksandi trupulleiki. Í 2040 fer fjórða hvørt barn í heiminum at búgva, har ógviliga lítið vatn er.

Barni hevur rætt til at koma undan og mennast, góða heilsu, eitt trygt heim og atgongd til útbúgving.

Barnarættindasáttmálin, grein 6, 12, 24, 27 og 28

 

UNICEF arbeiðir fyri rættin hjá øllum børnum at búgva í einum burðardyggum heimi við útgangsstøði í ST Heimsmálum: Heimsmál 3, um góða heilsu og vælveru, Heimsmál 6, um reint vatn og reinføri, Heimsmál 11, um at skapa burðardyggar bygdir og býir og Heimsmál 13, um at tálma veðurlagsbroytingum.

UNICEF luttekur við at:

  • Veita neyðhjálp til børn í eru rakt av vanlukkum t.d. eru vit skipaði soleiðis, at vit kunnu vera á staðnum innan 72 tímar frá eini hending.
  • Veita burðardyggar loysnir t.d. sólcellur og stuðul til vatnborðingar.
  • Tryggja atgongd til reint vatn við, t.d. reinføristablettum, sum reinsa dálkað vatn.
  • Varpa ljós á avleiðingarnar veðurlagsbroytingarnar hava á børn.

Vit arbeiða skjótt og hugsa nýtt fyri at hjálpa øllum heimsins børnum

UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, sum er meira enn nakar annar barnafelagsskapur. Vit samstarva við myndugleikar og stjórnir á staðnum, aðrar ST-felagsskapir og aðrar barnafelagsskapir og brúka okkara drúgvu royndir og serkunnleika til at bjarga børnum og gera teirra lív betri hvønn einasta dag.

Tær góðu royndirnar og góðu úrslitini, vit fáa í einum landi ella øki, kunnu vit endurnýta í einum øðrum. Vit knýta altíð bráðneyðug neyðhjálparátak saman við langtíðar menningararbeiði. Av tí at vit hava eitt netverk, ið fevnir um allan heim, eru vit før fyri at fáa úrslit fyri øll heimsins børn.

Vit arbeiða miðvíst við at ávirka marknaðirnar um ta útgerð, vit keypa til heimsins børn, so vit altíð tryggja okkum besta prís og mestu hjálp fyri pengarnar. Vit fáa í lag munagott samstarv við virki og grunnar, og vit brúka gransking og nýskapan sum jarnbrot fyri at skunda undir framstig og varandi ábøtur fyri ØLL heimsins børn.

Hvat kanst tú gera?

Stuðla arbeiðinum hjá UNICEF við at gerast heimsforeldur. Tín stuðul fer til at hjálpa børnum um allan heim at fáa eina góða byrjan uppá lívið.

PRØV QUIZZEN HER
Stuðla sum heimsforeldur HER
luftluftluftluft