Øll børn skulu
verjast
Øll børn hava rætt til at verða vard fyri ágangi sum harðskapi og misnýtslu
Málið hjá UNICEF er at gera heimin til ein tryggan stað hjá børnum at vaksa upp í. Tað arbeiðið gera vit á ymiskan hátt. Vit samstarva við heimsins stjórnir um at bøta lóggávu og sosialar skipanir, so børn verða betur vard fyri ágangi sum harðskapi og misnýtslu.
Hvønn dag eru børn í túsundatali fyri ágangi av ymsum slagi:
- 12 milliónir gentur verða hvørt ár giftar, áðrenn tær hava fylt 18 ár.
- Um allan heim liva 200 milliónir gentur og kvinnur við teimum mangan pínufullu árinunum eftir at vera umskornar.
- 300 milliónir børn verða likamliga revsað við hús.
- 1 av 3 av teimum 13-15 ára gomlu eru fyri happing.
- 732 milliónir børn liva í londum, har tað framvegis er loyvt at revsa børn við harðskapi í skúlanum.
- 7. hvønn minutt doyr ein tannáringur av harðskapi.
- 15 milliónir tannáringagentur í aldrinum 15 til 19 ár hava verið fyri kynsligum ágangi.
Harðskapur ímóti gentum er framvegis eitt tað vanligasta mannarættindabrotið um allan heim. Og tí leggur UNICEF serligan dent á at fyribyrgja og berja niður harðskap ímóti gentum.
Mong børn eru fyri harðskapi
prosent av øllum børnum í heiminum verða ikki vard fyri likamligari revsing.
Hjálp UNICEF við at verja barnarættindiÍ 2020 hjálpti UNICEF milliónum av børnum til eitt lív uttan harðskap
Stjórnin skal verja børn fyri harðskapi, valdsgerðum og vansorgan, sum fólk, sum varða av børnum, fremja.
Barnarættindasáttmálin, grein 19
Heimsmálini fyri burðadyggari menning
Afturat barnarættindasáttmálanum arbeiðir UNICEF við burðardyggari menning við útganstøðið í Heimsmálunum hjá ST:
Heimsmál 5, sum er málið um at fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika. Og Heimsmál 6, sum virkar fyri at útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja effektivar, ábyrgarfullar og inkluderandi stovnar á øllum stigum.
UNICEF luttekur í arbeiðinum at røkka Heimsmálunum við at:
- Berja niður harðskap og missnýtslu av børnum.
- Forða fyri umskering av gentum.
- Forða fyri barnahjúnarlagi.
- Hjálpa børnum, sum av ymiskum orsøkum eru útihýst.
Tá ið tú stuðlar UNICEF gevur tú UNICEF viðhald í hesum arbeiðinum.