UNICEF Danmarks kontor i Grønland

Um okkara arbeiði

Øll børn hava rætt til at koma undan og trívast

UNICEF arbeiðir fyri at hjálpa øllum børnum við at koma undan og trívast, so tey kunnu vaksa upp sum sunn og røsk børn. Sama hvørji tey eru, og hvar tey búgva.

Tey seinastu 30 árini eru ómetalig framstig gjørd fyri heimsins børn. Til dømis koma meira end 50 prosent fleiri børn undir fimm ár undan nú sammett við 1990.

Men um allan heim eru framvegis milliónir av børnum, sum dragna afturúr. Børn, sum ikki enn hava fingið gagn av tí góðu menningini, tí teimum vantar ordiligan mat, reint vatn, koppingarevni, heilivág, læknahjálp og aðrar grundleggjandi heilsuveitingar.

Í 2019 doyðu 5,2 milliónir børn undir fimm ár av ymiskum, sum kundi verið forðað ella fyribyrgt. Tað merkir, at hvønn einasta dag vóru sløk 14.000 børn, sum mistu lívið. 2,4 milliónir vóru pinkubørn og doyðu eftir bara nøkrum fáum mánaðum.

Tey flestu børnini doyggja av sjúkum sum malaria, lívsýki og lungnabruna, sum eru bíligar og einfaldar at viðgera.

Meira enn 40 prosent av børnum undir fimm ár hava ilt við at menna seg nóg væl og verða ikki fullment, tí tey ikki fáa ta føðslu, umsorgan og stimbran, sum krevst, fyri at heili og kroppur kunnu mennast rætt.

10 ára gamli Abdallah frá Sýria misti førleikan at ganga.

Aðalreglan er, at øll rættindi galda fyri øll børn uttan undantakið. Skyldan er hjá statinum at verja øll børn ímóti mismuni.
BARNARÆTTINDASÁTTMÁLIN, GREIN 2: JAVNRÆTTINDI OG VERJA FYRI MISMUNI

Vit arbeiða skjótt og hugsa nýtt fyri at hjálpa øllum heimsins børnum

UNICEF hjálpir børnum í 190 londum og landaøkjum, sum er meira enn nakar annar barnafelagsskapur. Vit samstarva við myndugleikar og stjórnir á staðnum, aðrar ST-felagsskapir og aðrar barnafelagsskapir og brúka okkara drúgvu royndir og serkunnleika til at bjarga børnum og gera teirra lív betri hvønn einasta dag.

Tær góðu royndirnar og góðu úrslitini, vit fáa í einum landi ella øki, kunnu vit endurnýta í einum øðrum. Vit knýta altíð bráðneyðug neyðhjálparátak saman við langtíðar menningararbeiði. Av tí at vit hava eitt netverk, ið fevnir um allan heim, eru vit før fyri at fáa úrslit fyri øll heimsins børn.

Vit arbeiða miðvíst við at ávirka marknaðirnar um ta útgerð, vit keypa til heimsins børn, so vit altíð tryggja okkum besta prís og mestu hjálp fyri pengarnar. Vit fáa í lag munagott samstarv við virki og grunnar, og vit brúka gransking og nýskapan sum jarnbrot fyri at skunda undir framstig og varandi ábøtur fyri ØLL heimsins børn.

Hvat kanst tú gera?

Stuðla arbeiðinum hjá UNICEF við at gerast heimsforeldur. Tín stuðul fer til at hjálpa børnum um allan heim at fáa eina góða byrjan uppá lívið.

PRØV QUIZZEN HER
Stuðla sum heimsforeldur HER
luftluftluftluft