HUNGURSNEYÐ
13,6 milliónir børn eru í lívsvanda
Steðga hungursneyð!
Altjóða hungursneyð. 45 milliónir børn undir 5-ára aldur hungra.
Av hesum eru 13,6 milliónir børn í vanda fyri at doyggja av hungursneyð.
Matvøruprísurin hækkar og turkurin hóttir
Kríggi í Ukraina, avleiðingar av koronu-kreppuni og áhaldandi turkur vegna veðurlagsbroytingar hevur gjørt støðuna við hungursneyð verri í nógvum londum.
Serliga ringt er á Afrikanska Horninum, í Afganistan og Yemen, har børn doyggja í hungri hvønn dag.
Børn verða harðast rakt av kreppum sum hesum. Ikki bara eru tey eru í størst vanda fyri at doyggja í hungri, men eisini sunna kropsliga menningin steðgar upp. Harafturat ávirkar óstøðuga tilveran framtíðar møguleikar við skúlagongd og útbúgving.
Tí er serliga stórur tørvur á tínum stuðli til arbeiði hjá UNICEF undir kreppum.
Bjarga lívi
Tá ið tú stuðlar UNICEF stuðlar tú børnum um allan heimin. Vit hjálpa børnum at koma undan og at fáa eina góða byrjan uppá lívið.
Við tínum stuðli kunnu vit millum annað geva einum bráðfeingis hungraðum barni lívbjargandi hjálp fyri 501 kr.
Fyri 501 kr. eru 24-40 dagars viðgerð við føðsluríkari mjólk og nøtumorlið. Barnið fær heilivág, eitt teppi og matur er til foreldur ella umsorganarpersón í eina viku. Harafturat er sjúkrahúsútgerð sum fepurstokkur, sproytinál, handskar, kanningarútgerð, iltmaskur v.m.
Tín stuðul ger stóran mun. Í 2021 fingu 5 milliónir børn nøtumorl. Saman kunnu vit hjálpa milliónum av børnum aftur í ár.
STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ
GERST HEIMSFORELDURAfrikanska Hornið er
harðast rakt
harðast rakt
Fleiri lond uppliva søguliga ringa hungursneyð. Á Afrikanska Horninum eru meira enn 1,7 milliónir børn
undir 5-ára aldur í vanda fyri at doyggja, um tey ikki fáa bráðfeingis viðgerð - og um fjórða regntíð
ikki kemur, er vandi fyri at 300.000 børn aftrat koma í lívsneyð komandi vikurnar.
"Um vit einki gera við støðuna nú, fara túsundtals børn at doyggja komandi vikurnar"
Mohamed M. Fall, umboðsstjóri fyri eystara og sunnara parti av Afrika
Vit kunnu bjarga 9 út av 10 lívum
Við serliga føðsluríkari mjólk og nøtumorlið, ið inniheldur vitaminir, mineralir og kaloriur,
kunnu vit hjálpa hungursraktum børnum at koma undan eftir átta vikum.
UNICEF tekur sær av umleið 80% av nøtumorlinum til heimsins børn.
Hvørt ár fara milliónavís av posum við nøtumorlið til hungursrakt børn. Men beint nú eru 10 milliónir hungursrakt børn, ið ikki fáa neyðuga hjálpina – 2 út av 3 – fáa ikki lívbjargandi nøtumorlið, ið tey hava tørv á.
UNICEF er heimsins størsti keypari av nøtumorlið og stendur fyri veitingini av umleið 80 prosentum av nøtumorlinum, sum fer út um allan heim
Tá ið tú stuðla UNICEF, fer tín stuðul til neyðhjálp og langtíðar arbeiði har, ið børn hava størst tørv á hjálp.
Tín stuðul fer millum annað til at basa hungursneyð, men eisin til heilsuhjálpararbeiði, verju til børn ella aðrar lívbjargandi átøk.
STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ
GERST HEIMSFORELDURSoleiðis raðfesta vit tín stuðul
Í 2021 fór 89,5 prosent av samlaða innsavnaða peninginum hjá UNICEF Danmark til børn í heimsins mest útsettum støðum. 1,1 prosent fór til umsiting. Les meira her um hvussu vit raðfesta peningin