AÐALSKRIVARIN
Í UNICEF DANMARK

Susanne Dahl er nú aðalskrivari í UNICEF Danmark, sum stendur fyri øllum virksemi í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Susanne Dahl er eitt kent andlit í UNICEF. Síðan 2008 hevur hon starvast sum leiðari á deildini samstarv og ætlanir. Deildin samskipar átøk og samstarv við fyritøkur og stuðulsgrunnar, sum á ein ella annan hátt stuðla arbeiðinum hjá UNICEF. Hon hevur tí drúgvar royndir við hjálpararbeiðir og kennir felagsskapin innanífrá.

”Beint nú leggja vit serliga dent á børnini í Ukraina og øll tey, ið flýggja. Vit uppliva stóra undirtøku frá borgarum og vinnulívi. Tó so hava børn aðrastaðni í heiminum eisini brúk fyri hjálp. Tað er okkara uppgáva at hjálpa øllum børnum – ikki bert at koma undan – men eisini at fáa eitt gott og virðiligt lív. Eg taki við starvinum við stórum eyðmjúkleika – men eisini við einum sterkum vilja og vón um, at eg – saman við starvsfólkunum í UNICEF – kunnu gera mun fyri øll hesi børnini,” sigur Susanne Dahl.

Susanne Dahl tók við starvinum 1. apríl 2022 eftir Karen Hækkerup.