Bremsið koronu!

Hjálpið okkum at fáa koppingarevni til heimsins ringast staddu

UNICEF skal syrgja fyri COVID-19 koppingarevni til heimsins ringast staddu

UNICEF hevur fingið ta stóru og týdningarmiklu uppgávuna at standa á odda fyri átakinum at fáa koppingarevni fyri COVID-19 fram til heimsins ringast staddu børn og teirra familjur.

Hóast einki góðkent koppingarevni fyri COVID-19 er tøkt enn, eru fyrireikingarnar at fáa tað komandi koppingarevnið til heimsins ringast staddu menniskju longu í gongd. Tað er eitt ómetaligt arbeiði, sum UNICEF stendur á odda fyri saman við WHO.

UNICEF hevur ovurhondsstóran serkunnleika um koppseting. Vit eru tey, ið keypa mest koppingarevni í heiminum, og vit koppseta hvørt ár 45 prosent av ØLLUM heimsins børnum. Og vit vita neyvt, hvussu vit á skjótasta hátt fáa keypt, flutt og býtt út koppingarevni – og vit hava fleiri ára hollar royndir við at skipa fyri stórum koppsetingarátøkum og fáa eftir stuttari tíð koppsett milliónir av børnum.

Koronukreppan hevur elvt til mattrot í mongum londum, og tí fara slakar 36 milliónir børn at fáa ov lítið av mati í 2020. Talið av álvarsliga hungraðum børnum fer væntandi at vaksa við 6,7 milliónum, og sum fylgja av tí eru 10.000 smá børn í váða fyri at missa lívið – hvønn mánað!

Framtíðin hjá børnum er í vanda av koronuvirusi

Koronuvirus hevur breitt seg um allan heim, og framtíðin hjá túsundtals børnum er í vanda av alheimsfarsóttini og øllum teimum ræðuligu fylgjunum av henni. Hjálpið okkum at bjarga teimum.

Í UNICEF gera vit alt, vit eru ment, saman við WHO og restini av ST, fyri at verja heimsins ringast staddu børn.

UNICEF er í 190 londum, og beint nú arbeiða vit undir hátrýsti fyri at basa koronuvirusi alheimsfarsóttini og forða fyri, at hon breiðir seg meira millum heimsins ringast staddu børn í flóttafólkalegum, tættbygdum fátækrabýlingum og fátækum landaøkjum, sum ikki hava reint vatn, sjúkrahús og læknahjálp.

3 ára gamla Theodette og vinir hennara eru millum tey hepnu børn í Rwanda, sum kunnu vaska sær um hendurnar í vatni og sápu. Men 3 mia. menniskju kunnu framvegis ikki vaska sær um hendurnar í vatni og sápu, sum er tað besta vápnið ímóti koronuvirusi. Hjálpið okkum at verja børnini.

Hvat ger UNICEF fyri at basa koronuvirusi?

1. Týdningarmiklar veitingar  

UNICEF veitir týdningarmikla útgerð sum sápu, vatnreinsi- og reinførisútgerð, heilivág og verndarútgerð til heilsustarvsfólk. Fyrsta sendingin við maskum, handskum og verjubúnum til heilsustarvsfólk í Kina varð send longu tann 29. januar frá UNICEF-heimsgoymsluni í Keypmannahavn.

Síðan hevur UNICEF sent útgerð til 133 lond um allan heim. UNICEF hevur millum annað sent 708.817 verjubrillur, 2,1 millión sjúkuavgerðarroyndir, 14.829 súrevnismaskinur, 1,7 milliónir visirar, 4 milliónir verjubúnar, 10,4 milliónir N95 respiratorar, 175,5 milliónir skurðviðgerðarmaskur og 64,8 milliónir handskar.

2. Upplýsing 

UNICEF ger víðfevnd upplýsingarátøk úti á støðunum, í fjølmiðlum og á sosialum miðlum fyri at kunna foreldur om, hvussu tey á besta hátt verja familjuna fyri koronuvirusi.

3.  Heilsuhjálp 

UNICEF syrgir fyri heilsuhjálp til børn og til kvinnur, sum eru við barn ella geva bróst og eru raktar av støðuni.

4. Útbúgving og verja 

UNICEF hjálpir børnum, sum eru ávirkað av koronuvirusi á annan hátt. Millum annað síggja vit til at fáa næmingum aðra undirvísing, tá ið skúlin er stongdur ella hevur fingið boð um sóttarhald, og vit veita børnum, sum eru beinleiðis ella óbeinleiðis rakt av støðuni, sálarsosialan stuðul.

Les meira um heimsumfatandi átak hjá UNICEF ímóti koronuvirus alheimsfarsóttini á okkara heimsumfatandi vevsíðu

 

Vit kunnu bjarga 9 av 10 børnum, sum líða undir lívshóttandi føðslutroti. Í fjør syrgdi UNICEF fyri at viðgera 4,9 milliónir børn við álvarsligum bráðfeingis føðslutroti. Viðgerðin er fyrst og fremst ríkað mjólk og kostdygt nøtumorl, og tey flestu børnini koma fyri seg eftir trimum vikum.