Okkara føroyska toymi

Føroyska toymið hjá UNICEF

Okkara pengainnsavnarar gera hvønn dag eitt framúr gott arbeiði, sum er við til at tryggja, at fleiri børn koma undan og trívast. Tey ringja til fólk í Føroyum og siga frá endamáli og kalli hjá UNICEF at hjálpa øllum heimsins børnum, og tey geva tær høvi sum heimsforeldur í UNICEF at hjálpa børnunum.

Niðanfyri kanst tú síggja nakrar av okkara peningainnsavnarum og lesa, hví tey arbeiða hjá UNICEF.

Eyðbritt Hjelm

Eg eiti Eyðbritt Hjelm og eri uppvaksin í Vági.

Eg havi altíð havt stóra virðing fyri tí arbeiðinum, sum hjálparfelagskapir gera kring allan heimin. UNICEF arbeiður breitt fyri, at børn fáa møguleikan til eitt betur lív og tí gav tað meining fyri meg, at blíva ein partur av hesum arbeiðinum.

Børn hava ikki sjálvi valt tær umstøður tey liva undir og UNICEF arbeiður m.a. fram ímóti, at børn fáa skúlagongd, tryggar umstøður undan harðskapi og ágangi, reint vatn og mat í munnin. Hetta eru grundleggjandi rættindi øll børn eiga at hava og ein orsøk til, at eg valdi at arbeiða hjá UNICEF, so vit í felag kunnu tryggja børnum kring allan heimin hesi rættindi.

Sum innsavnari fái eg møguleikan at hjálpa heimsins børnum í felag við teimum føroyingunum eg tosið við. Eg komi í samband við nógv ymisk fólk, har samrøðurnar um arbeiði hjá UNICEF ofta bæði eru mennandi, rørandi og góðar fyri báðar partar.

Gjøgnum mítt arbeiði, er mín áskoðan, at føroyingar gjarna vilja hjálpa har tey kunnu, og eru positiv um tað arbeiði UNICEF ger fyri heimsins børnum.

 

Børn hava ikki sjálvi valt tær umstøður tey liva undir og UNICEF arbeiður m.a. fram ímóti, at børn fáa skúlagongd, tryggar umstøður undan harðskapi og ágangi, reint vatn og mat í munnin.

Eyðbritt Hjelm

Finn Haraldson

Eg eiti Finn Haraldson, og eg eri føddur í Tórshavn. Eg eri uppvaksin í Jyllandi og í Havn, men havi búð mesta av mínum vaksna lívi í Bretlandi og Keypmannahavn.

Mín útbúgving er BSc Hons Forensic Science & Criminal Investigation frá University of Central Lancashire. Her skrivaði eg bachelorritgerð innan International and Humanitarian Law um munin millum leigusoldátar og Private Military Companies (PMCs). Mín frítíð fer til telduspælsmenning, tónleikaskald og skriva skaldsøgur.

Eg fekk tilboð um at arbeiða í UNICEF sum pengainnsavnari, og eg takkaði ja umgangandi. Gjøgnum mín lesnað innan International Law, fekk eg stóra virðing fyri UNICEF fyri tað megnararbeiði, ið verður gjørt fyri at traðka til skjótt og effektivt, tá ein kreppa hendir. Eg havi altíð verið øgiliga kritiskur um vælgerandi felagsskapir, tí eg forvænti, at fíggingin skal verða brúkt rætt.

UNICEF er ein av teimum felagsskapunum, sum hava best tøl, og tí eri eg meira enn errin fyri at arbeiða fyri hendan felagskapin. Hjálpin er altíð neyv út frá teimum tørvum, ið børnini og familjurnar hava.

Umframt at UNICEF er størsti barnafelagskapur í verðini, so er UNICEF eisini einasti barnafelagskapur, sum hevur politiska heimild frá Sameindu Tjóðum til at arbeiða fyri rættindunum hjá børnum. Serliga dámar mær væl, hvussu UNICEF leggur fokus á human trafficking av børnum og pressar stjórnir kring heimin til at traðka til við lóggevingum og handlingsætlanum.

Kampagnuhátturin hjá UNICEF brúkar positivar samrøður og optimismu. Hetta ger, at fólk síggja vón fyri framman, tá vit ringja út.

Mín vón er, at nógvir føroyingar velja at stuðla hesum arbeiði og harvið vísa, at heimsins vakrastu oyggjar eisini eru heimsins gávumildastu.

 

UNICEF er ein av teimum felagsskapunum, sum hava best tøl, og tí eri eg meira enn errin fyri at arbeiða fyri hendan felagskapin. Hjálpin er altíð neyv út frá teimum tørvum, ið børnini og familjurnar hava.
Finn Haraldson

 

Ert tú áhugað/ur í arbeiðnum sum peningainnsavnari hjá UNICEF? Les meira HER.

STUÐLA VANLUKKURAKTUM BØRNUM HVØNN MÁNAÐ

GERST HEIMSFORELDUR