Barnarættindasáttmálin

Øll børn hava rættindi

Barnaverja

Børn hava serligan tørv á verju. ST-barnarættindasáttmálin er skrivaður fyri at tryggja børnum nøkur heilt grundleggjandi rættindi. Tað snýr seg ikki bara um hús, trygd og umsorgan, men eisini um at verða viðfarin sum einstaklingar við rættindum.

Øll børn hava rættindi

ST samtykti Barnarættindasáttmálan á aðalfundi tann 20. novembur 1989. Børn vóru longu fevnd av almennu mannarættindunum, men tørvur var á serligum rættindum fyri børn – barnarættindum.

Meira enn 190 lond hava skrivað undir. Tað ger hann til tann sáttmála, sum flest lond um allan heim hava tikið undir við. Rættindini í barnarættindasáttmálanum eru fyri øll børn, sama hvønn tjóðskap, kyn, sosiala støðu, átrúnað og mentan tey hava. Orðingin í sáttmálanum sigur millum annað, at øll børn hava rætt til at koma undan. At tey hava rætt til at vaksa upp undir sunnum og tryggum korum og til at mennast.

Børn hava eisini rætt til at verða vard ímóti misbrúki og mismuni, og tey hava rætt til at sleppa í skúla og fáa ávirkan á sína egnu framtíð.

 

UNICEF berjist fyri barnanna rættindum

Sum ST-barnafelagsskapur er tað uppgáva hjá UNICEF at berjast fyri, at Barnarættindasáttmálin verður hildin. Barnarættindasáttmálin er hornasteinurin í arbeiðinum hjá UNICEF. Vit minna stjórnirnar á, hvat ið tey lovaðu, tá ið tey skrivaðu undir, og halda tær fastar í, at tær skulu halda greinirnar í sáttmálanum.

Harumframt veitir UNICEF fíggjarligan stuðul, veitir tøkniliga hjálp, undirvísir lærarum og embætisfólki og letur tilfar, so tey einstøku londini verða stuðlað til at halda greinirnar í Barnarættindasáttmálanum.

 

Børn í Føroyum

Tað er eisini uppgáva hjá UNICEF at siga børnum frá Barnarættindasáttmálanum, so tey vita, at tey hava rættindi bæði í Føroyum og í øllum heiminum.

Alle børn har rettigheder

UNICEF arbeiðir fyri at tryggja børnum rætt til útbúgving í samstarvi við stjórnirnar í teimum einstøku londunum. Vit arbeiða til dømis fyri at avtaka skúlagjøld, so tað ikki er búskaparliga støðan hjá einari familju, sum ger av, um eitt barn sleppur í skúla.
© UNICEF/2016/Llaurado

Børn har ret til at overleve

Børn hava rætt til at koma undan. Fyri at halda tey rættindini letur UNICEF til dømis koppingarevni og heilivág, har tað leikar harðast á.
© UNICEF/2016/Dejongh

Børn gera Norðurlond til besta staðið at vera barn

Í januar 2020 hittust 65 børn úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi til Norðurlendskt barnaforum, og tey høvdu eittans mál: Norðurlond skulu vera besta stað at vera barn. Tí hava tey saman skrivað eina samtykt við trimum evnum:

  • Øll børn og ung í Norðurlondum skulu kenna ST-barnarættindasáttmálan og síni rættindi.
  • Øll børn og ung í Norðurlondum skulu verða hoyrd og tikin upp í allar avgerðir, sum ávirka tey á skilagóðan hátt.
  • Øll børn og ung í Norðurlondum skulu vera uppi í innihaldsríkum felagsskapi, so vit saman kunnu forða fyri einsemi.

Í samtyktini hava børnini orðað ítøkilig uppskot um, hvussu samtyktin kann verða sett í verk í familjum, skúla, frítíð og á staðnum. Børnini hava sjálv sett orð á, at tað er har, tey brúka bróðurpartin av síni tíð. Arbeiðið hjá børnunum við samtyktini hevur støði í ST-barnarættindasáttmálanum og byrjaði longu á heysti 2019, tá ið barnabólkar úr teimum átta londunum og økjunum hittust og komu við sínum hugburði og uppskotum til samtyktina.

Norðurlendskt barnaforum verður fyriskipað av Norðurlendska ráðharraráðnum, Barnaráðnum, Innlendismálaráðnum og UNICEF Danmark í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin hevði 30 ára hátíðarhald tann 20. novembur 2019.

Hvat vilja børn og ung í Norðurlondum?

Les samtyktina her

Norðurlendskt barnaforum er samstarv millum Norðurlendska ráðharraráðið, Barnaráðið, Innlendismálaráðið og UNICEF Danmark. Norðurlendska ráðharraráðið tók stig til tað, tá ið norðurlendsku almannaráðharrarnir hittust í Reykjavík í 2019.

Framman undan Norðurlendskum barnaforum hava tey 65 børnini úr Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum og Álandi skrivað eina samtykt við tilmælum um, hvussu Norðurlond verða tað besta staðið at vera barn. Samtyktin skal vera grundarlag undir virkisætlanum í ymsu londunum, sum hugsað verður um til ráðstevnuna fyri bæði barna- og vaksnamanna sendinevndirnar hósdag 16. januar 2020 í ST-býnum í Keypmannahavn.

Myndir frá Norðurlendska barnaforum í Keypmannahavn í 2020: